Magnus Carlsen heimsmeistari í snartalvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

30.12.2017 - 18:16

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Norðmaðurin Magnus Carlsen gjørdist í dag ein suverenur heimsmeistari í snartalvi.

Hetta er tann skjótasta talvdisiplinin, har telvararnir einans hava tríggjar minuttir til umhugsunnar umramt tvey sekund eyka fyri hvønn leik.

Tað byrjaði annars ikki so væl hjá norðmanninum í gjár, tá hann tapti tvey talv og spældi fýra av teimum 11 jøvn. Kappingin í kviktalvi teir tríggjar dagarnar frammanundan hevði slitið heldur nógv upp á norðmannin, ið er heimsmeistari á vanligum longum talvi.

Men undan teimum 10 seinastu umførunum í dag hevði Magnus Carlsen havt møguleika at hvíla seg, og hann var heilt suverenur í dag, og tapti ikki eitt einasta talv, men vann tey átta og telvaði tvey jøvn.

Magnus Carlsen kundi fegnast um heimsmeistaraskapin longu áðrenn síðsta umfar skuldi telvast.

Russarin Sergej Karjakin gjørdist nummar tvey og heimsmeistarin í kviktalvi, indarin Viswanathan Anand gjørdist nummar trý. Teir vóru javnir í stigum, hálvtannað færri enn Magnus Carlsen.