(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Magnus er danskur meistari, Óli vann heiðursmerki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.11.2017 - 16:38

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Magnus Jákupsson vardi sítt danska meistaraheiti, tá hann í gjár vann gull á 100 metur rygg teininum.

Magnus vann við tíðini 52.77. Tíðin er nakað frá persónliga metinum á 51.75, sum hann setti á DM í stuttgeil í 2013, skrivar svimjing.com

Óli Mortensen var í sera harðari og tættari kapping í gjár á 1500 metur frí teininum í gjár, tá hann vann silvur. Alexander Aslak Nørgaard fylgdi Óla heilt til tað restaði 100 metrar, tá Alexander setti ferð á.

Alexander kom á mál við tíðini 15:12.08, meðan Óli svam 15:12.12. Sostatt var bert 4 hundraðpartar av einum sekundi á muni millum svimjararnar.