Magnus Jákupsson (Mynd: Svimjing.com)

Magnus Jákupsson í krútsterkum bólki í 100 m rygg

Niels Petersen

06.12.2016 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Magnus Jákupsson, sum í 2012 valdi at svimja fyri Danmark var í dag í hylinum í 100 metur rygg, sum er fimta kappingin í HM á stuttgeil í Kanada. Jákup var í sera sterka bólki (heat) 8, og kom á mál sum nummar 9, við tíðini 0:53.89, ið rakk til eitt samlað 35. pláss. Hetta skrivar Svimjing.com á Facebook.

Ein svimjari av teimum 10 sum skuldu byrja svam onkursvegna ikki, so teir startaðu bert 9 svimjarar. Men hinir vóru alt ov sterkir, og tað sæst eisini á samlaða úrslitinum, tí Fyrsta, annað og triðja pláss á samlaða úrslitinum fóru øll til svimjarar úr sama heat sum Jákup svam í. Hetta var heat 8. Allir hinir í heatinum endaðu eisini rættuliga ovarliga, so har var ikki nakað at gera.

Fyri sína tíð fekk Jákup 748 Fina stig.

Samlaða úrslitið sæst her.