Mai gerst spennandi fyri oljuprísin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

30.04.2017 - 18:04

Oljan >

Oljuprísurin hevur verið lækkandi farnu vikurnar, men nú kemur oljumarknaðurin inn í ein spennandi olju-mánað.

Oljuprísurin fyri Norðsjóvaroljuna Brent vísir eina lækking uppá 3,4 prosent í apríl.

Greinarin Tamar Essner i Nasdaq Advisory Services, sigur í einari samrøðu, ið er endurgivin í E24, at tað eru fimm faktorar sum koma at vera avgerandi fyri oljuprísinum í mai.

1. OPEC-fundurin 25. mai. Limalondini skulu millum annað taka avgerð um framleiðsluavmarkingin sum bleiv samtykt fyri jól skal halda fram.

2. Framleiðslutølini hjá oljufeløgunum. Í mai koma amerikansku oljufeløgini við roknaskapartølunum fyri fyrsta ársfjórðing.

3. Tal á virknum boripallum og oljugoymslurnar í USA. Hetta er ein avgerandi faktorur fyri oljuprísin. Talið á boripallum sum framleiða olju er avgerandi fyri oljuprísin. Talið á boripallum sum eru í arbeiði er økt 15 vikur á rað. Olju- og bensingoymslurnar eru á tremur, og meir kemur hvønn einasta dag.

4. Forsetavalið í Iran. Standi forsetin í Iran, Rouhani, sær út til at vinna valið tann 19. mai. Essner vísir á at fleiri óvantað úrslit seinasta árið á valum kring heimin ger at ein skal vera vakin við Iran og valinum.

Ein forseti í Iran sum er meir harðrendur móti USA kann skjótt merkja at Iran ikki kann utflyta olju frítt. Tað fær oljuprisin at hækka.

5. Norður-Korea. Støðan viðvíkjandi Norður-Korea er sera oviss. Um kreppan millum USA og Norður-Korea mennir seg nærri einum kríggi, so vil tað ávirka orkuprísirnar.