Mohammed Salah heldur fram við at skora. Nú er hann komin uppá 30 mál í Premier League. (Mynd: The Guardian)

Mál nummar 30 til Salah í tryggum sigri

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 19:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Liverpool vann fyri løtu síðani tryggan sigur á heimavølli ímóti Bournemouth.

Liðið hja Klopp vísti einki tekin um at Champions League hevur fylt ov nógv. Liverpool var sannførandi, og Bournemouth hevði stórar trupulleikar á Anfield í dag. Longu í 6.minutti skoraði vælupplagdi Saido Mané, og heimaliðið helt á at trýsta liðið hjá Eddie Howe.

2-0 málið kom tó ikki fyrenn tjúgu minuttir vóru eftir, tá Mohammed Salah eftir alvering frá Trent Alexander-Arnold fekk stútað bóltin uppum Asmir Begovic. Hetta var mál nummar 30 hjá vandamikla egyptaranum í Premier League.  Dysturin var nú so at siga avgjørdur, og hóast Bournemouth kom longur fram á vøllin, og hevði onkran góðan møguleika, so var tað Roberto Firminio, ið fekk lukkað dystin fyri Liverpool. Hóast tapið sær Bournemouth ikki út til at koma í trupulleikar í botnstríðnum, meðan Liverpool í løtuni er nummar trý.

Tìðliga í dag vendi Chelsea 0-2 til 3-2, og Southampton misti harvið tað, sum hevði verið ein sera kærkomin sigur. Í dystunum ið byrjaðu klokkan trý vunnu Crystal Palace og Huddersfield sera týdningarmiklar sigar á heimavølli, meðan Swansea fekk eitt kærkomið stig.

Nú klokkan 19.45 er brak á Wembley, har Tottenham tekur ímóti Manchester City. 

Dystirnir í dag:

Southampton - Chelsea 2-3 (1-0)

Burnley - Leicester 2-1(2-0)
Crystal Palace - Brighton 3-2(3-2)
Huddersfield - Watford 1-0(0-0)

Swansea - Everton 1-1(0-1)

Liverpool - Bournemouth 3-0(1-0)

19.45: Tottenham - Manchester City