Stórur fagnaður í Eysturríki. Fýra mál uppá 22 minuttir tryggjaði Salzburg pláss í hálvfinalunum (Mynd: EPA)

Mál og drama í seinnu kvartfinalunum

Agnar Frederiksen

12.04.2018 - 21:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Málini skolaðu inn í seinnu kvartfinalunum í Europa League í kvøld. 17 mál í fýra dystum, har tað bert kom eitt mál í dystinum í Portgugal:

CSKA Moskva - Arsenal 2-2 (Arsenal víðari við 6-3 samanlagt) 
Sporting Lissabon - Atletico Madrid 1-0( Atletico víðari við 2-1 samanlagt)
Salzburg - Lazio 4-1( Salzburg víðari við 4-3 samanlagt
Marseille - RB Leipzig 5-2( Marseille víðari við 5-3 samanlagt)

Hóast 4-1 sigur á heimavølli, so kom Arsenal í trupulleikar í Moskva í kvøld. Eitt mál fimm minuttir fyri hálvleik, og eitt mál fimm minuttir eftir hálvleik gjørdu, at heimaliðið var á odda 2-0. CSKA legði eisini trýst á enska liðið, men tá eitt korter var eftir lukkaði skoraði Danny Welbeck, og so fór luftin úr ballónini. Aaron Ramsey javnaði í yvirtíðini, og Arsenal er í pottinum í morgin, tá trekt verður til hálvfinalurnar.

Sporting skulu hava minst tvey mál, men fekk bert tað eina í Lissabon í kvøld. Atletioca Madrid helt fast, og er víðari við smølum sigri samanlagt.

Bæði Salzburg og Marseille vendi ósigrunum frá seinastu viku. Liðini høvdu í kvøld heimavøll, og við frálíkum avrikum vendi tey uppgerðunum.

Tá Ciro Immobile legði Lazio á odda tíggju minuttir inní 2.ha´lvleik var 3-0 samanlagt, og Lazio hevði eitt útivallarmál. Tað sá út sum, at vónin hjá Salzburg var brotin, men heimaliðið javnaði beinanvegin, og frá 72. til 78.minutt skoraði eysturríkar tírggar ferðir, og fingu harvið tey fýra neyðugu málini. Eitt risa vónbrot fyri Lazio, ið gjørdi ein "umvendan Roma", meðan Salzburg levaraði eitt ótrúligt comeback.

Fyrstu tíggju minuttirnar í Marseille komu trý mál, har Leipzig beinanvegin legði seg á odda. Men í hálvleikinum var 3-1 til Marseille, og so stóðu fraklendingarnar til at koma víðari. RB Leipzig kom á 2-3, og stóð eina løtu til at koma víðari uppá útivallarmál, men heimaliðið svaraði skjótt aftur, og tryggjaði sær víðari luttøku.

Í morgin verður lutakastið um, hvussu liðini spæla í hálvfinalunum.