Frá vinstru Elin Tausen, Marjun Restorff, Malan Mohr, Ann-Mari Jensen og Alexander Samuelsen.

Malan Mohr heldu fram sum forkvinna í Alzheimerfelagnum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

20.04.2017 - 10:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Alzheimerfelagið hevði aðalfund 1. apríl eftir væleydnaðu ráðstevnuna á Hotel Føroyum. Á aðalfundinum vóru tríggir nevndarlimir fyri vali og Halldis Joensen, fyrrverandi forkvinna í felagnum, hevði avgjørt ikki at stilla upp aftur. Í hennara stað var vald Marjun Restorff umframt Alexander Samuelsen og Ann-Mari Jensen, sum var afturvald.

Anna Petra Winther og Karlon Winther eru eykalimir.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Maluni Mohr sum forkvinnu. Ann-Mari Jensen er næstforkvinna, Marjun Restorff, kassameistari, Elin N.W. Tausen, skrivari og Alexander Samuelsen, nevndarlimur.