Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Malena gevst á landsliðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

28.06.2016 - 13:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ímyndin av føroyskum kvinnufótbólti, Malena Josephsen, takkar nú fyri seg á kvinnulandsliðnum eftir 41 A-landsdystir.

Tað boðar FSF frá í dag.

Og tað er ikki hissi avrik, ið Malena hevur framt.

Seytjan meistaraheitir, 13 steypafinalusigrar, 41 altjóða A-landsdystir og 10 mál fyri kvinnulandsliðið tala fyri seg. Har afturat hevur Malena verið við landsliðnum á trimum oyggjaleikum, í 2001, 2003 og í 2005. Á oyggjaleikunum gjørdist tað til 12 dystir, 14 mál og tríggjar gull.

Men nú er tíðin komin at takka fyri seg á landsliðnum, sigur Malena, ið hon hevur umboðað síðan 2001.

- Hetta hava verið nøkur fantastisk ár á landsliðnum, og eg havi verið ótrúliga stolt av at umboða Føroyar, hvørjaferð vit hava verið í dysti. Men eg haldi, at nú tá eitt nýtt landslið skal byggjast upp, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg, sjálvt um hugurin framvegis er til staðar, sigur Malena Josephsen við heimasíðuna hjá FSF.