Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Málið um eldsbrunan í Bónus uppklárað

Sverri Egholm

08.12.2016 - 16:15

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Kanningararbeðið hjá politinum viðvíkjandi eldsbrunanum í Bónus í Hoyvík er nú liðugt. Hesum boðar løgreglan frá í dag,

Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílati í fløskurúminum.

Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílætið.

Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni.

Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Sí eisini: Myndir: Dagin eftir eldin í Bónus