Málið um innbrotið í Teldutænastuni uppklárað

Sverri Egholm

22.11.2014 - 22:41

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Við góðari hjálp frá borgarum, handtók politiið í nátt 2 persónar, sum høvdu framt innbrotið í Teldutænastuna fríggjanáttina.

Persónarnir vórðu handtiknir á bústaðnum hjá tí eina, og undir húsarannsóknini aftaná fann politiið flestu lutirnar frá innbrotinum. Báðir persónarnir hava játtað seg sekar í skuldsetingini. Tað er ikki endaliga uppgjørt, hvat virðið á stolnu lutunum er.


Politiið metir málið vera uppklárað.

Sí eisini: Video: Her sært tú innbrotið í Teldutænastuni

Les eisini: Tveir persónar handtiknir fyri innbrot á Teldutænastuna

Les eisini: Løgreglan biður um hjálp