Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Málið um kommunulæknan fyri Eystara landsrætt í august

Sverri Egholm

23.04.2017 - 14:05

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Málið um kommunulæknan, sum er ákærdur fyri at hava gjørt inn á kvinnur, kemur fyri í Eystaralandsrætti 17. til 23. august í ár. Tað visti útvarpið í gjárkvøldið.

Kommunulæknin varð 15. februar dømdur í Føroya rætti hálvtannað ára fongsulsrevsing, at missa læknaloyvi og at rinda endurgjald til allar kvinnurnar.

Hann noktar seg sekan og kærdi dómin til landsrættin beinanvegin, tá hann varð sagdur 15. februar.

Málið var fyri í Føroya rætti frá januar til februar, og kommunulæknin varð dømdur fyri at hava misnýtt sítt starv til at gera seg inn á níggju kvinnur.