Sonja J. Jógvansdóttir. Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Málið um ljósmøðurnar: Nýtt lágpunkt í føroyskari fakfelagssøgu

Steinar Patursson

14.06.2017 - 16:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

- Ein standardur - við fíggjarmálaráðnum á odda - er nú settur fyri, hvussu lágt ein arbeiðsgevari kann søkka, nú fíggjarmálaráðið kærdi Ljósmøðrafelag Føroya fyri óheimilað stríðsstig, orsaka av at fleiri av ljóðsmøðrunum eru sjúkrameldaðar.

Soleiðis sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, eftir at Fasti Gerðarættur í dag kom til ta niðurstøðu, at Ljóðsmøðrafelag Føroya tók óheimilað stríðsstig, tá nógvar ljósmøður sjúkrameldaðu seg um vikuskiftið 9. til 11. juni.

Sonja Jógvansdóttir skrivar á vanganum á Facebook, at tað, at málið endar í Gerðarættinum, ber boð um kyniska leiðslu í fíggjarmálaráðnum, og at hetta er eitt nýtt lágpunkt í føroyskari fakfelagssøgu.

- Og eg eri enn meir skelkað av, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum letur hetta um seg ganga, sigur Sonja Jógvansdóttir, ið metir, at landsstýrið átti av prinsipiellum orsøkum átti at steðga gerðarættarmálinum.

- Undranarvert er eisini, at landsstýrið sum arbeiðsgevari, umvegis Fasta Gerðarrættin, roynir at tvinga sjúkrameldað fólk aftur til arbeiðis. Orkan átti heldur at verðið løgd í at funnið loysnir, sum betra um arbeiðsumhvørvið á føðideildini, sigur Sonja Jógvansdóttir, ið leggur aftrat, at Kristina Háfoss sum fíggjarmálaráðharri og fíggjarmálaráðið ikki eru nóg búgvin til at loysa málið.

- Heitt verður tískil á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at yvirtaka hetta mál og at finna eina virðiliga loysn. Eisini skal staðfestast uttan ivamál, at eingin arbeiðsgevari eigur at kunna tvinga sjúk starvsfólk í arbeiði.