Mynd: Jens Kr. Vang

Málleyst á Skála


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

19.03.2017 - 15:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin millum Skála og HB byrjaði longu klokkan 14 og fyri lítlari løtu síðani bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð. Úrslitið gjørdist 0-0.

HB hevur veruliga gjørt nøkur innkeyp seinastu tíðina, og serliga í álopinum er nógvur styrkur komin inn. Men tað var eftir øllum at døma ikki nokk í dag, tí einki mál kom. Hinvegin var Skála rættiliga væl við í dystinum og kom eisini fleiri ferðir til málmøguleikar.

Sostatt fáa liðini eitt stig heim við. Nøktandi hjá Skála, men hjá teimum reyðu og svørtu havnarmonnunum er tað gott nokk.

Skála - HB (0-0)