René Joensen, ið hevur leikt ein góðan fyrra hálvleik, roynir at steðga vandamiklasta leikaranum hjá Ungarn; Balasz Dzsudzsak. (Mynd: EpA)

Málleyst í Budapest: Javnur fyrri hálvleikur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.10.2017 - 19:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eins og á Tórsvølli sunnudagin so er einki mál komið í fyrra hálvleiki í kvøld. 

Føroyingar hava í stóran mun hildið Ungarn frá stórum møguleikum, hóast Ungarn hava havt bóltin meira. Til tíðir hava Føroyar eisini skapt nakrar góðar støður, og Gilli R. Sørensen hevur allarhelst havt størsta møguleikan, tá hann kom í góða skotstøðu tíðliga í dystinum.  

Ungarn sær ikki heilt út til at fáa sítt spæl at flóta, og heimaáskoðarnir vístu sína greiðu ónøgd, tá leikararnir fóru til hálvleiks.

Fyri at náa triðja plássinum í bólkinum noyðast Føroyar at vinna dystin.