Tað endaði aftur við javnleiki, tá Chelsea og Arsenal brustu saman í kvøld.
(Mynd: EPA)

Málleysur javnleikur á Stamford Bridge



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.01.2018 - 22:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seinasta mikukvøld leiktu Chelsea og Arsenal ein dramatiskan og undirhaldandi dyst á Emirates leikvøllinum í Norður London. Dysturin í 22.umfari endaði 2-2, tað vóru ein av rúgva av góðum møguleikum báðar vegir, og leikferðin var sera høg. Í kvøld hittust liðini aftur. Hesaferð á Stamford Brigde í Suður-vest London í hálvfinaluni í Carabao Cup. Talan gjørdist um ein heilt ørvísi dyst í kvøld.

Tað var Chelsea, ið sat á dystinum tað mesta av tíðini. Serliga var tað fyrsta hálva tíman av 2.hálvleiki, at heimaliðið trýsti Arsenal væl aftur, men hóast nakrar góðar møguleikar til teir bláu, so helt Arsenal málið reint. Arsenal stóð longur afturi á vøllinum enn vant, og sá út til at vera væl betri skipað enn seinasta mikudag og enn í 4-2 tapinum í FA Cup ímóti Nottingham Forrest sunnudagin. Inntensiteturin var til staðar, men tað var ikki ein serliga opin dystur eins og seinast liðini hittust. 

Chelsea stillaði so at siga við sterkasta liðið, har liðformaðurin Gary Cahill tó ikki var við. Hjá Arsenal vóru millum annað Laurent Koscielney, Nacho Monreal, Aaron Ramsey og Mesut Ozil úti við skaða. Jack Wilshere fór eisini út við skaða tíðliga í seinna hálvleiki. Alexis Sanchez kom inn til seinastu 25 minuttirnar, og spurningurin er, um hetta var seinastu ferð, at hann var at síggja í reyðu Arsenal-troyggjuni. Mancehster City vil sera fegin hava fatur á Alexis, og í bretsku miðlunum hevur nógv verið skrivað um, at tað er heilt skjótt at skiftið fer ígjøgnum.

Eitt serstakt við dystinum var, at eitt slag av videodøming(VAR) var nýtt. Høvuðsdómarin Martin Atkinson hevði samband við eitt dómaratoymi ígjøgnum dystin, og í summum førum var ein steðgur, har hesir dómararnir, ið vóru á einum ørðum staði, hugdu eina støðu ígjøgnum. Hetta broytti tó ikki uppá nakra avgerð hjá Atkinson. VAR verður nýtt í Serie A, og í FA Cup dystinum millum Brighton og Crystal Palace mánakvøldið, varð hetta nýtt fyri fyrstu ferð í einum dysti í Onglandi.

Við úrslitinum 0-0 er alt opið undan seinna dystinum, ið verður leiktur á Emirates um 14 dagar. Hetta er fjórði dysturin á rað, har Arsenal og Chelsea spæla javnt.