Ein góð lýsing av dystinum: Gilli Rólantsson Sørensen eftir ein av mongu brendu møguleikunum hjá Føroyum.

(Mynd: Sverri Eghom)

Málleysur javnleikur á Tórsvølli hóast føroyska yvirvág

Agnar Frederiksen

07.10.2017 - 18:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar vóru meira á spælinum, skaptu teir flestu møguleikarnir og  vóru generelt meira omaná. Hóast hetta megnaðu føroyingar ikki at skora á Tórsvølli í dag. Tað gjørdu lettar heldur ikki, og tí endaði tað 0-0.

Dystarmyndin var tann at Føroyar sat á spælinum, og til tíðir var spælið rættliga gott. Lettland var mest vandamikið, tá liðið slapp í umstilingar. Men Lettland skapti ikki nógvar stórar møguleikar. Hinvegin høvdu føroyingar fleiri stórar málmøguleikar. Jóan Símun Edmundsson var helst besti maður á vøllinum. Toftamaðurin gav verjuni hjá Lettlandi høvuðbrýggj, og hann var við í so at so at siga øllum, ið gjørdist vandamikið. Jóan Símun hevði millum annað tvey skot á stongina.

Tá fimm minuttir vóru eftir fekk Gilli R. Sørensen ein stóran møguleika, og í yvirtíðini komu bæði Jóan Símun og innskifti Patrik Johannesen eisini í sera góðar støður, men í øllum trimum førunum fóru skotini framvið. Tà man hyggur eftir dystinum , so er eingin ivi um, at skuldi eitt lið vunnið, so var tað Føroyar. Føroyingar spældu til tíðir sera væl, og vístu at tað er ein orsøk til, at Føroyar eru 5 stig frammanfyri Lettland í bólkinum. Í kvøld var tað kynisman og kanska eitt sindur av hepni sum manglaði hjá føroyingum. Aftur í kvøld leveraði tann fantastiski Skansin, og tað var sera nær við, at tað gjørdist eitt heilt fantastiskt fótbóltskvøld á Tórsvølli.

Talan var um 5.ferð í 9 dystum at føðingardagsbarnið Gunnar Nielsen helt málið reint, og við javnleikinum koma Føroyar uppá 9 stig og hava tryggjað sær í minsta lagið eitt 4.pláss. Um Ungarn ikki vinnur í Sveis seinni í kvøld, so kunnu Føroyar enn náa 3.plássið. Í so fall skulu Føroyar vinna i Budapest týskvøldið.   

Vit eru til reiðar við viðmerkingunum skjótast gjørligt.

Føroyska liðið (4-4-41-1):

Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen(L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar(85.min: Kaj Leo í Bartalsstovu), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson(64.min: René Shaki Joensen), Gilli R. Sørensen - Róaldur Jakobsen(76.min: Patrik Johannesen) - Jóan Símun Edmundsson

Áskoðaratal: 4203

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Lettland