(Mynd: Eija Mäkivuoti)

Málmur í Norðurlandahúsinum í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.02.2018 - 17:15

Mentan > Mentan > Tónleikur

Útgávukonsert hjá vinnarunum av tónleikakappingini Wacken Metal Battle, Svartmálmog vitjan av danska málmbólkinum Solbrud er á skrá í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Fyrireikarirnir skriva, at síðan bólkurin varð settur á stovn í 2016, hevur Svartmálm spakuliga fingið røring í tónlistaheimin við sínum sermerktu framførslum. Svartmálm skrivar hátíðarligan tónleik, sum spennir frá ógvusligari øði til hugfjálgt sorgblídni.

Danski bólkurin Solbrud spælir tað sokallaða Black metal, og síðan bólkurin varð settur á stovn í 2009, hava teir miðað eftir at skapa melodiskan og stórfingnan tónleik. 

Konsertin byrjar kl 19:30 og atgongumerki fáast til keyps við dyrnar og í forsølu á nlh.fo.