(Mynd: EPA)

Málningurin fór fyri 740 milliónir krónur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 10:32

Mentan > List > Myndlist

Ein málningur av amerikanska listamanninum Jean-Michel Basquiat varð í gjár seldur fyri 110,5 milliónir dollarar á eini uppboðssølu hjá Sotheby’s í New York. Prísurin svarar til 740 milliónir krónur.

Hetta er næsthægsti prísur nakrantíð fyri eitt nýmótans listaverk. Í 1984 varð málningurin seldur fyri 19.000 dollarar.

Málningurin, eitt portrett ’Uttan tittul’, er frá 1982. Myndin vísir eitt samanbitið andlit í einum lithavi.

Prísurin var eisini met fyri eitt amerikanskt listafólk. Basquiat varð føddur í New York í 1960. Hann doyði sum 27 ára gamal í 1988 av eini yvirdosis av heroini.

Hann byrjaði sum listamaður á gøtunum í New York har hann gjørdi grafitti. Seinni kom hann inn á listaskálarnar so hvørt sum hann varð viðurkendur sum listamaður.

Tað var japanski íverksetin Yusaku Maezawa, sum fekk málningin við at bjóða móti trimum øðrum áhugaðum keyparum. Frammanundan var málningurin mettur til 60 milliónr dollarar.

Maezawa sigur, at hann ætlar at lána verkið út til almennar framsýningar, áðrenn tað verður hongt upp á egna listasavni hansara í Chiba í Japan.

Á Southeby’s fegnaðust tey sum vera mann um søluna.

- Vit liva í óvanligum tíðum. Tað er hetta, sum uppboðssølur veruliga snúgva seg um. Tað vóru tveir persónar til síðst, sum vildu hava málningin, sigur Oliver Barker, ið er fremsti serfrøðingur hjá Southeby’s innan nýmótans list.

Hann heldur, at høgi søluprísurin merkir, at Basquiat nú kann metast á sama støði sum eitt nú Picasso, Giacommetti, Warhol og Francis Bacon.

Á uppboðssøluni vórðu eisini seldir aðrir málningar fyri nógvar milliónir. Eitt nú fór ”Nude Sunbathing” hjá Roy Lichtenstein fyri 24 milliónir dollarar, skrivar Reuters.