(Mynd: Jens Kr. Vang)

Málskjúttar og støðan eftir 10. umfar: HB og B36 renna avstað

Sverri Egholm

13.05.2018 - 19:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Havnarliðini HB og B36 renna avstað frá hinum. Tað er greitt eftir dagsins umfar. Við einum 2-1 sigri á Víkingi eru teir reyðu og svørtu uppi á 25 stigum, og B36 á øðrum plássi við 22 stigum.

KÍ og NSÍ leiktu javnleik í Djúpumýru, og klaksvíkingar liggja á triðja plássi við 20 stigum, meðan NSÍ og Víkingur liggja á fjórða og fimta plássi við 17 stigum.

KÍ - NSÍ (1-1)
Boris Dosljak 1-0
Einar Tróndargjógv 1-1

Víkingur - HB (1-2)
Adrian Justinussen 0-1
Heðin Hansen 1-1
Adrian Justinussen 1-2

AB - EB/Streymur (2-0)
Bjarki Nielsen 1-0
Filip í Liða 2-0

07 Vestur - TB/FCS/Royn (0-3)
Isaac Shaze 0-1 brotsspark
Eirikur Magnusarson 0-2
Sjálvmál 0-3

B36 - Skála (5-1)
Eli Falkvard Nielsen 1-0
Kaimar Saag 2-0
Meinhard E. Olsen 3-0
Kaimar Saag 4-0
Kaimar Saag 5-0
Edvin Jakobsen 5-1


Støðan eftir tíggju umfør:
1. HB (25 stig)
2. B36 (22 stig)
3. KÍ (20 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. NSÍ (17 stig)
6. Skála (11 stig)
7. EB/Streymur (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (10 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)