Jákup B. Andreasen skoraði eitt av málunum í Klaksvík í dag (Savnsmynd)

Málskjúttar og støðan eftir 7. umfar: Oddaliðini vunnu øll

Agnar Frederiksen

22.04.2018 - 18:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dystirnir í 7. umfari eru av, og oddaliðini vunnu øll, hóast var einki avgjørt fyrenn heilt ímóti seinasta bríksli.

EB/Streymur var sera væl við í Klaksvík í dag, har oddaliðið tók ímóti. KÍ legði seg á odda eftir 7.minuttir. Efti frísparksinlegg varð bólturin stútaður niðurfyri føturnar á Jákup B. Andreasen, ið fekk beint bóltin í málið. EB/Streymur hevði til tíðir yvirvágina, og hevði vandamiklar støður í báðum hálvleikum. KÍ var eisini sera nær við at økja við – serliga í 2. hálvleiki. EB/Steymur royndi at trýsta, men innskifti Steinbjøn Olsen skorað við sínari fyrstu nerting í yvirtíðini, og avgjørdi harvið dystin fyri oddaliðið.

Í Trongisvági var HB á vitjan. TB/FCS/Royn megnaðu heldur ikki hesaferð at skor ella fáa stig. Heimaliðið fekk reytt kort, tá lítil hálvur tími var leiktur. Tað var høgri bakkurin, Eirikur Magnusarson, ið fekk sítt seinna gula kort. HB hevði stóra yvirvág og trýsti heimaliðið. Heimaliðið helt leingifast, men Jógvan Skeel Nolsøe avgjørdi dystin í yvirtíðini fyri HB, og tryggjaði harvið útiliðnum trý sera týdningarmikil stig. Fjórði útisigurn á rað hjá liðnum hjá Heimie Guðjónsson.

B36 vann tepran sigur á argjamonnum, og talan var um triðja sigurin á rað hjá liðnum hjá Jákupi á Borg. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar í 1. hálvleiki, men tað var málleyst, tá liðini fóru at hvíla seg. Men í 2. hálvleiki kom gongd á. Tað var AB, ið legði seg á odda tíggju minuttir inní 2. hálvleik, tá Tóki á Lofti skoraði. Men fyrrverandi AB – leikarin, Alex Mellemgaard, javnaði næstan beinavegin. Og tá tjúgu minuttir vóru eftir legði liðformaðurin hjá B36, Odmar Færø, heimaliðið á odda. AB megnaði ikki at javna, men argjamenn góvu aftur einu av ovaru liðnum ein sera truplan dyst.

Í Runavík vann NSÍ ein umráðandi 1-0 sigur á Skála. Einsamalla málið eitt søguligt mál, sum kom eftir eitt korter. Klæmint Andrasson Olsen skoraði sítt mál nummar 153 í Betri-deildini. Hann kemur ájavnt við Jákup á Borg sum mest skorandi leikarin á hægsta støði í Føroyum. Annars var tað spenningur til seinasta bríksl, men NSÍ var tó omaná, og hevði rímiliga gott tamarhald á dystinum. NSÍ kom harvið aftur á vinnarakós, og fylgir við hinum oddaliðunum.

Í Sarpugerði tók Víkingur ímóti 07 Vestur. Heimalið var omaná allan dystin og vann 4-1.

Úrslit

B36 - AB (2-1)
Tóki á Lofti 0-1
Alex Mellemgaard 1-1
Odmar Færø 2-1

KÍ - EB/Streymur (2-0)
Jákup B. Andreasen 1-0
Steinbjørn Olsen 2-0

TB/FCS/Royn - HB (0-1)
Jógvan Skeel Nolsøe 0-1

NSÍ - Skála (1-0)
Klæmint A. Olsen 1-0

Víkingur - 07 Vestur (4-1)
Andreas Lava Olsen 1-0
Gunnar Vatnhamar 2-0
Gilli Samuelsen 2-1
Adeshina Lawal 3-1
Sølvi Vatnhamar 4-1 brotsspark

Støðan eftir 7. umfar
1. KÍ (19 stig)
2. HB (16 stig)
3. NSÍ (13 stig)
4. B36 (13 stig)
5. Víkingur (13 stig)
6. EB/Streymur (9 stig)
7. Skála (7 stig)
8. AB (5 stig)
9. TB/FCS/Royn (3 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)

*Dystir framvegis í gongd