Málskjúttar og støðan eftir nítjanda umfar: Dramatikkur í Gøtu

Sverri Egholm

20.08.2017 - 16:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í toppdystinum í Sarpugerði millum Víking og B36. Havnamenn vóru á odda í tveimum førum, men Víkingarnir stóðu eftir við trimum stigum.

Skála misti á stokkinum móti KÍ, HB og suðuroyarliðið vunnu, og NSÍ stríddi seg til trý stig móti EB/Streymi. Her eru úrslitini.

Víkingur - B36 (4-2)
Meinhard E. Olsen 0-1
Hanus Jacobsen brotsspark 1-1
Róaldur Jakobsen brotsspark 1-2
Adeshina Lawal 2-2
Sølvi Vatnhamar 3-2
Fróði Benjaminsen brotsspark 4-2

HB - 07 Vestur (3-0)
Bartal Wardum 1-0
Øssur Dalbúð 2-0
Johan Troest Davidsen 3-0

Skála - KÍ (1-2)
Michal Przybylski 1-0
Ísak Simonsen 1-1
Ísak Simonsen 1-2

NSÍ - EB/Streymur (3-2)
Ari Mohr Olsen 0-1
Ragnar B. Danielsen 0-2
Klæmint A. Olsen 1-2
Pól Jóhannus Justinussern 2-2
Klæmint A. Olsen 3-2

TB/FCS/Royn (1-0)
Búi Egilsson 1-0


Støðan
1. Víkingur (39 stig)
2. NSÍ (36 stig)*
3. KÍ (36 stig)
4. B36 (35 stig)*
5. HB (30 stig)
6. TB/FCS/Royn (23 stig)
7. EB/Streymur (22 stig)
8. Skála (20 stig)
9. 07 Vestur (15 stig)
10. ÍF (6 stig)

*Ein dyst fleiri