Mynd: Jens Kr. Vang

Málskjúttin hjá B36: - Stuttligt og mennandi at spæla í Evropa

Agnar Frederiksen

06.07.2017 - 22:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað varð mett, at B36 hevði góðan møguleika at koma víðari í Europa League. Vónin hjá B36 livdi eisini heilt til endan av dystinum í kvøld, men tá avtornaði vann Nomme Kalju úr Estlandi bádar dystirnar 2-1.

Bemjamin Heinesen tekur soleiðis saman um dystin í Gundadali í kvøld.

- Vit eru sjálvandi øgiliga skuffaðir um at tað ikki fellur til okkum. Eg haldi, vit eru betra liðið í dag, vit spæla væl til tíðir, og skapa fleiri góðar støður og málmøguleikar, sigur hann.

- Teir fanga okkum í óbalansu einaferð í fyrra hálvleiki og straffa okkum. Hinvegin kontra vit teir eisini í seinna hálvleiki, og fáa eisini eitt mál uppá tað, og við eitt sindur meira hepni hevði dysturin koppa til okkara fyrimuns. Orsøkin kann verða, at teir eru professionelir, og vit eru ikki. Vit satsa kanska eisini ov nógv í so tíðliga, staðfestir Benjamin Heinesen.

Benjamin skoraði málið til 1-1. Hetta var tað fyrsta hjá 21-ára gamla kantspælaranum, ið eisini hevur spælt við í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í ár. Hetta er eitt upplivilsi, sum hann fegnast um.

- Tað er stuttligt at spæla hesar stóru dystirnar, tá man fer av landinum, og sleppur at royna at liva professionelt í eina viku. Tað er stuttligt og mennandi. Tað er ikki minni stuttligt at spæla heima við áskoðarum og Føroyum aftan fyri seg.

- Tað er harmiligt, at einki av liðunum í Europa League megnaðiat spæla seg víðari, men tíbetur megnaði Víkingur tað í Champions League, soleiðis at vit vónandi klára at halda okkum frammanfyri Gibraltar, og framhaldandi hava fýra lið í Evropa, sigur Benjamin Heinesen at enda.

Samanlagt vann Nomme JK Kalju dystirnar 2-4.

Sí eisini: Myndir: B36 - Nomme JK Kalju (1-2)