Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í einum málríkum fyrra hálvleiki tryggjaði B36 sær ein 4-2 sigur í Gundadali í kvøld, tá felagsliðið hjá suðuroyingum var á vitjan í hálvfinaluni um løgmanssteypið.
Bæði B36 viðhaldsfólk og suðuroyingar vóru væl mannaði í Gundadali í kvøld, har tey róptu á síni lið.
B36 royndi sítt við at skora, men tað eydnaðist ikki at halda tætt í hinum endanum, og tí gjørdist spenningurin stórur tá suðuroyarliðið minkaði um munin til 3-2. Men beint fyri hálvleik øktu teir hvítu um støðuna til 4-2.
Og hóast fleiri møguleikar vóru í seinna hálvleiki til bæði liðini, so komu ikki fleiri mál í Gundadali í kvøld.
Árstalsfelagið vinnur 4-2, og má sigast at hava annað beinið í finaluni hóast talan verður um ein sera harðan dyst á útivølli móti Suðuroyingum.
Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar 13. juni.
B36 - TB/FCS/Royn (4-2)
Eli Falkvard Nielsen 1-0
Salmundur Bech 1-1
Kaimar Saag 2-1
Benjamin Heinesen 3-1
Salmundur Bech 3-2
Eli Falkvard Nielsen 4-2