(Mynd: EPA)

Málverjin greiðir frá flogvanlukkuni

Ingi Samuelsen

25.01.2017 - 07:37

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Jakson Follmann var ein av teimum, sum yvirlivdu, tá flogfarið við Chapecoense fótbóltsliðnum datt niður í Kolumbia í november. Nú hevur hann greitt frá hendingini.

- Hjálp! Eg vil ikki doyggja!

Tað er eitt av fáum minnum, sum Jakson Follmann hevur frá løtuni eftir vanlukkuna í november mánaði.

Brasilska fótbóltsfelagið var á veg til Komumbia fyri at spæla finalu í Copa Sudamericana, tá flogfarið datt niður í kolumbisku fjøllunum. 71 ferðafólk doyðu, men sjey sluppu við lívinum – teirra millum málverjin Jakson Follmann.

Follmann er ikki longur førur fyri at spæla fótbólt. Eitt nú misti hann nógv at høgra beini.

Í brasilskum sjónvarpi hevur 24 ára gamli, fyrrverandi málverjin, greitt frá tí hann minnist frá hendingini.

- Eg minnist, tá motorurin støðgaði og ljósini slóknaðu. Eg sá, at okkurt var galið. Flofarið datt ikki beint niður, tað dalaði spakuliga. Eg minnist ikki tá flogfarið nam við jørðina, tí eg svímaði. Alt gekk so skjótt.

- Eg minnist, tá eg vaknaði. Eg lat eyguni upp. Tað var myrkt og kalt. Eg rystist. Eg rópti: ”Hjálp! Eg vil ikki doyggja!” Nakrir av vinunum, sum eisini vóru á lívi, róptu eisini. Eg hoyrdi tá bjargingarfólkini komu, og tey søgdu at tey vóru frá løgregluni.

Leygarkvøldið var Chapecoense aftur á fótbóltsvøllinum fyri fyrstu ferð síðan vanlukkuna – við einum heilt nýggjum liði.

Jakson Follmann og hinir, sum sluppu frá vanlukkuni við lívinum, vóru við á vøllinum fyri at tak aímóti steypinum fyri Copa Sudamericana, sum felagið fekk frá mótstøðuliðnum í finaluni, Atletico National úr Kolumbia.