Mynd: Ólavur Frederiksen

Málverjin við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið

Sverri Egholm

19.03.2017 - 20:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fasti málverjin hjá B36, Tórður Thomsen, mátti av vølli tá dysturin bara var fáar minuttir gamal.

Tað sá kanska dramatiskt út, og hann kendi seg ikki væl. B36 boðar í kvøld frá, at talan var um okkurt slag av dánilsi, og hann var fluttur við sjúkrabili út á Landssjúkragúsið.

Har er hann kannaður, og hann verður verðandi til observatión í nátt, men hann tykist tó hava tað gott, skrivar felagið.

Ungi eykamálverjin Rói Hentze fekk møguleikan og hann gjørdi tað væl. Har fór tó eitt mál inn við einum skoti frá Semir Hadzibulic, men annars kláraði 17 ára gamli málverjin seg væl.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Sí eisini: Myndir: B36- KÍ