(Tingvarpið)

- Man kann halda hvat man vil - uppskotið verður samtykt í kvøld

Sverri Egholm

12.12.2017 - 17:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað var ein fegin Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, limur og fyrrverandi formaður í vinnunevndini, sum tók orðið í tinginum seinnapartin undir triðju viðgerð av fiskivinnunýskipanini.

- Eg eri stoltur av at verið við í allari tilgongdini, og verið ein so stórur partur av hesum stóra málinum. Tí tað vóru ikki nógv sum trúðu, at vit fóru at koma har til vit eru komin í dag.

- Man kann halda hvat man vil um uppskotið, men hetta uppskotið verður samtykt í kvøld, segði Bjarni Hammer.