(Mynd: BBC)

Manchester: Fimm børn framvegis í lívsvanda

Ingi Samuelsen

25.05.2017 - 13:49

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Fimm børn í lívsvanda eru framvegis innløgd á sjúkrahúsi eftir løstirnar frá bumbuálopinum á eini poppkonsert í Manchester mánakvøldið.

Tilsamans hava 116 fólk fingið viðgerð á einum av sjúkrahúsunum í Manchester-økinum. 75 sjúklingar eru framvegis innlagdir, harav 23 verða søgd at vera í lívsvanda ella kritiskari støðu, upplýsa bretsku heilsumyndugleikarnir fyri BBC.

Tey særdu verða nú viðgjørd á átta ymsum sjúkrahúsum.

Bretska Elisabeth II drotning vitjaði í dag nøkur av offrunum á barnasjúkrahúsinum í Manchester.

Tilsamans eru 14 børn, sum øll vórðu rakt av bumbuni mánadagin, innløgd á hesum sjúkrahúsinum. Fimm av teimum verða søgd at hava álvarsligar løstir. Tey eru øll undir 16 ár.

Drotningin fer í dag eisini at hitta nøkur av teimum starvsfólkunum, sum mánakvøldið og týsnáttina stríddust fyri at bjarga mannalívum.

22 fólk lótu lív í álopinum, sum hendi júst sum ein konsert við amerikansku poppstjørnuni Ariana Grande í Manchester Arena var liðug.

Í Manchester syrgja tey enn tey deyðu. Myndirnar herundir er frá St. Ann's Square har fólk savnast og leggja blómur og heilsanir