Mynd: EPA

Manchester United annað beinið í finaluni

Jens Hákun Leo

26.01.2017 - 07:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hull City og Manchester United bresta í kvøld kl. 19.45 saman í seinru hálvfinaluni av ensku steypakappingini League Cup.

Manchester United hevur annað beinið í finaluni, eftir at liðið í fyrru hálvfinaluni fyri tveimum vikum síðan vann 2-0 á Old Trafford við málum frá Juan Mata og Marouane Fellaini.

Skuldi tað hent seg, at Manchester United vinnur samanlagt á Hull City, skal liðið møta Southampton í finaluni, sum verður á skránni tann 26. februar.

Southampton leikti seg í gjár í finaluna í kappingini, eftir at liðið vann 1-0 á Liverpool á Anfield og 2-0 samanlagt.

Manchester United er, sum vera man, favorittur til at vinna dystin í kvøld. Liðið hevur ongar skaðar av týdningi og hevur staðið seg væl seinastu mánaðirnar, tó at liðið enn bert liggur á einum 6. plássi í Premier League. Hull City hinvegin liggur á einum 19. plássi í Premier League og hevur júst fingið ein nýggjan managara, portugisiska Marco Silva, eftir at felagið fyrr í januar koyrdi Mike Phelan úr starvi.

Lagt er harvið upp til, at tað verður nakað av einari mótbrekku hjá Hull City at koma afturíaftur í seinru hálvfinaluni í kvøld og spæla seg í finaluna á Wembley í London.

Men í fótbólti kann alt henda, og tíðin fer at vísa, hvussu leikur fer.