(Mynd: EPA)

Manchester United og Shakthar hava bestu útgangsstøðini

Ari av Rana

13.03.2018 - 16:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Champions League áttandapartsfinalur verða spældar í kvøld, tá Manchester United tekur ímóti Sevilla á Old Trafford, meðan Roma tekur ímóti Shakthar Donetsk á Stadio Olimpico.

Fyrri dysturin millum Manchester United og Sevilla endaði málleysur eftir at Manchester United megnaði at halda Sevilla frá at skora. Sevilla hevði 19 royndir á málið hjá Manchester United, men David De Gea stóð ein brand dyst. Tað verður neyvan støðan í kvøld, tá Manchester United hevur heimavøll.

Shakthar Donetsk vann fyrra dystin 2-1 á Roma. Gestirnir í Roma løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, men Shakthar Donetsk skoraðu tvær ferðir í seinna hálveiki og vunnu dystin. Shakthar hevur tí betra útgangsstøði til dystin í kvøld, men enn er langt á veg.

Dystirnir í kvøld verða spældir kl. 19:45.