(Mynd: EPA)

Manchester United vann á Everton

Ari av Rana

01.01.2018 - 20:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Manchester United vann fyri løtu síðani 0-2 á útivølli á Everton í Premier League kappingini.

Tað hevur ikki gingist væl hjá stórfelagnum í Manchester seinastu dystirnar. Undan dystinum í dag hevði Manchester United ikki vunnið í seinastu fýra dystunum.

Lítið var sum týddi á, at Manchester United fór at vinna í dag. Liðini vóru jøvn, og tá farið var til hálvleik var enn málleyst.

Eftir steðgin gekk tó betri hjá gestunum, og við tveimum flottum málum í seinna hálvleiki vann Manchester United dystin.

Fyrst skoraði Anthony Martial í 57. minutti, tá hann fekk bóltin beint uttanfyri brotsteigin, og skeyt bóltin flott upp í hornið.

Tá 81. vórðu spældir endurtók Jesse Lingard kynstrið. Lingard, sum hevur spælt sera væl seinastu dystinrar, fekk bóltin, rak fram móti brotsteiginum, og skeyt hann hegnisliga upp í sama hornið.

Manchester United vann 0-2 og lyftir seg upp aftur á 2. pláss í deildini.