Nemanja Matic gjørdist stóra hetjan fyri Manchester United í kvøld, tá liðið vendi 0-2 til 3-2 úti ímóti Crystal Palace.


(Mynd: The Guardian)

Manchester United vendi øllum á høvdið í London

Agnar Frederiksen

05.03.2018 - 22:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Frá 0-2 til 3-2. Eitt framúr comeback ið varð staðfest við einum perlumálið. Manchester United fekk í kvøld ein sera umráðandi sigur, eftir at Palace hevði havt United niðri í sekkinum.

Í seinasta dystinum í 29.umfarið vóru José Mourinho og hansara menn á vitjan á Selhurst Park. Crystal Palace liggur á 18.plássið, og harvið til niðurflyting í løtuni, meðan United hevði tørv á einum sigri fyri at taka 2.plássið aftur.

Heimaliðið legði seg á odda longu eftir 10 minuttir. Eitt skot frá Andros Townsend av brotsteigarmarkinum, rakti Victor Lindelof á vegnum, og snýtti David De Gea í málinum. 2.hálvleikur var nóg illa komin í gongd áðrenn tað var 2-0. Palace fekk fríspark á United-hálvuni. Tað varð tikið stutt, verjan hjá United var ikki komin uppá pláss, og so kundi Patrick Van Aanholdt ótarnaður renna inn í brotsteigin, og smekkaði bóltin í málið. Heimaliðið var ágrýtið, og mennirnir hjá Roy Hodgson gjørdi lívið sera trupult fyri Manchester United.

Útilið var fullkomiliga tannleyst í fyrra hálvleiki, og fekk als ikki tingini at hanga saman. Men eftir 2-0 málið kom gongd í United. Tíggju minuttir inn í 2.hálvleik minkaði Chris Smalling um munin við einum stútara. Nakrar álopskendar útskiftingar og eitt tungt trýst var við at fáa United av álvara innaftur í dystin, og eftir nakrar møgulekar fekk United javnað, tá eitt korter restaðu í. Tað var Romelu Lukaku, ið skoraði. Eftir hetta var dysturin púra opin. Crystal Palace fekk skapt nakrar góðar støður, og Christian Benteke var sera nær við, men De Gea gjørdi eina bjarging í heimsflokki. 

United royndi eisini at søkja eftir sigrinum, men tá sá út sum, at liðini fóru at deila stigini. Men so datt bólturin niður til Nemanja Matic. Serbiski miðvallarin svingaði vinstrabeinið og við einum framúr hálvfluktara úr smáum 30 metrum legði hann United á odda 3-2 og avgjørdi dystin.

Tað var sjálvsagt stór frøi á United-leikarum, nú liðið aftur er nummar tvey, og hevur sjey stig niður til Chelsea á 5.plássið. Palace misti aftur í dag stig á stokkinum, og er framvegis undir strikuni.

Leygardagin er stórdystur á Old Trafford, tá United tekur ímóti Liverpool í einum beinleiðis dysti um 2.plássið.