Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Manglaði lítið í hjá U19-kvinnunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.03.2017 - 21:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

HSF: Hóast eitt megnaravrik rukku føroysku U19-kvinnurnar ikki EM-dreyminum.

Føroyar tapti 23-19 móti Makedonia, eftir 15-10 í hálvleikinum. Fyri stórari áskoðarafjøld í Skopje góvu okkara kvinnur alt í kvøld. Okkara byrjaðu væl og vóru frammafyri 5-3, áðrenn Makedonia rættiliga kom í gongd.

Har dysturin kanska var taptur, var í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, har illa bar til og Makedonia kom uppá 15-10. Allur seinni hálvleikur var sera javnur, eitt skifti var støðan 19-17 tá góður 13 min. restaðu.

Tað var ikki fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, at dysturin var avgjørdur. Sum væntað undan dystinum, so merktist tað á bosniska dómaraavrikinum, at tað var Makedonia, sum hevði heimavøll.

Málskjúttar:
Maria Halsdóttir Weyhe 6
Siw Matras Larsen 5
Magna Tórðardóttir 3
Durita Toftum Joensen 2
Fríða á Dunga 1
Tóra Eliasen 1
Súna Krossteig Hansen 1