(Mynd: EPA)

Mannfall í Tour de France

Ingi Samuelsen

05.07.2017 - 07:53

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tað er ikki einans heimsmeistarin Peter Sagan, sum er liðugur í ársins Tour de France súkklukapping eftir ógvusliga døttin beint undan málstrikuni á fjórða teini í gjár.

Manoyingurin Mark Cavendish á liðnum Team Dimension Data, ið varð skumpaður út í girðingina, kom so illa til skaða, at hann ikki kann halda fram.

Cavendish hevur meiðslað sær herðablaðið, vísa kanningarnar á sjúkrahúsi.

Men eisini aðrir spurtarar eru ivasamir áðrenn fimti teinur verður skotin í gongd í dag.

Bæði týskarin John Degenkolb á liðnum Trek-Segafredo og bretin Ben Swift hjá Team Emirates eru ivasamir.

Teir koyrdu báðir inn í Cavendish, ið lá á vegnum, og bóltaðu næstan synkront runt í luftini upp um manoyingin. Serliga Degenkolb kom illa fyri.

- Fallið var ógvusligt. Tíbetur er onki brotið, men stórur eymleiki er í høgru øksl. Vit fáa at síggja, um eg megni at sita á súkkluni í morgin, segði John Degenkolb í gjár við heimasíðuna hjá Trek-Segafredo.

Í dag verður súkklað úr Vittel til La Planche des belles Filles. Talan er um fyrsta fjallateinin sum endar við eini brattari brekku upp á 1.000 metra hædd, og harvið verður ikki roknað við einum spurti í dag – hinvegin er hetta dagurin har súkklararnir, ið kappast um samlaða sigurin fyri fyrstu ferð skulu vísa sína styrki.

Gerraint Thomas hjá Team Sky, sum vann tíðarkoyringina á fyrsta teini, súkklar framvegis í gulu leiðslutroyggjuni, nú 12 sekund framman fyri liðfelagan Chris Froome og Michael Matthews úr Team Sunweb.

SÍ eisini: Video: Ógvusligur døttur í endaspurtinum