Mannfólkarenning 2018: Dánjal Dahl Ljósheim vann



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 12:59

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Leygardagin skipaði Hvirlan saman við Føroya Bjór, Wenzel og Føroya Gassølu fyri Føroya Bjór mannfólkarenning. Hetta er ein sokallað cross renning, sum er sera væl umtókt í útlondum. Runnið verður frá Føroya Bjór framvið Sandá, har lendið og avbjóðingarnar eru ymiskar. Eitt nú skal rennast gjøgnum eitt byggipláss, eftir áarbakkanum, uppum hegn og oman í Sandágerð, har rennarnir skulu yvirum ánna í Sandágerði.

Í ár stóðu 60 mans klárir, tá skotið var í gongd, og var Dánjal Dahl Ljósheim frá Hvirluni raskastur at renna teir fimm kilometrarnar, sum rutan er. Hann brúkti 22,49 minuttir, og honum á baki vóru sjey mans, sum runnu undir 24 minuttir. Besti veteranur var Andrass Joensen frá Bragdinum, meðan besti superveteranur var Bartal M. Kass frá MEST. Liðkappingina vann Bragdið.