(Mynd: EPA)

Manoyingur í gulu troyggjuna

Ingi Samuelsen

02.07.2016 - 16:51

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Manoyingurin Mark Cavendish, sum byrjaði sína leið sum súkklari á høgum stigi við at vinna tvey gullheiðursmerki á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003, hevur nú av álvara sligið navn sítt fast í søgubøkurnar fyri Tour de France.

Í dag vann hann sín sigur nummar 27 í stóru súkklukappingini. Hetta var fyrsti teinur í ársins Tour de France, og harvið kemur manoyingurin sostatt at koyra í gulu leiðslutroyggjuni í morgin.

Hóast so nógvar sigrar, so er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at 31 ára gamli Mark Cavendish, sum í ár súkklar fyri liðið Dimension Data, súkklar í gulu føraratroyggjuni.

Ofta byrjar Tour de France við eini tíðarkoyring, og tá hava spurtarar sum Mark Cavendish ikki teir stóru møguleikarnar fyri sigri. Men í ár var fyrstu teinur ein flatur spurtarateinur framvið norðurfronsku strondini frá Mount Saint-Michel til Utah Beach Sainte-Marie-du-Mont í Normandi.

Stórur dramatikkur var móti endanum av kappingini, tí fleiri súkklarar duttu, tá danin Michael Mørkøv, ið súkklar fyri Katusha, rakti ein áskoðara, ið hevði lenað seg ov langt fram.

Fyrr í dag datt eisini ein av favorittunum, spaniarin Alberto Contador hjá Tinkoff-liðnum við nógvari ferð, men hann kom upp á súkkluna aftur, og misti ikki tíð í mun til hinar.

Støðan eftir fyrsta av teimum 21 teinunum er tann, at Mark Cavendish er fyrstur framman fyri Marcel Kittel hjá Etixx-Quick-Step og Peter Sagan hjá Tinkoff.