Mansins viðurskifti verða viðgjørd í Norðurlandahúsinum á altjóða mannfólkadegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 14:25

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Kyns- og samlívsspurningar

Sunnudagin er altjóða mannfólkadagur, og í hesum sambandi skipar Javnstøðunevndin saman við Fróðskaparsetrinum fyri einum Vitsku-tiltaki í Norðurlandahúsinum har evnið er menn og javnstøða.

Javnstøðunevndin skrivar í tíðindaskrivi, at avbjóðingarnar hjá bæði monnum og kvinnum eru mangar, og somuleiðis teir ágóðar, sum bæði kyn fáa av øktari javnstøðu. Vit tosa ikki longur um javnstøðu sum eitt reint kvinnustríð, men sum eina avbjóðing, ið vit mugu loysa í felag. Kvinnur og menn og øll tey ímillum.

Á tiltakinum sunnudagin verða framløgur við danska kynsgranskarunum Kenneth Reinicke og Firouz Gaini. Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar seinnaaprtin við, at heimildarfilmurin ”Red Pill” hjá Cassie Jaye verður sýndur, og eftir tað verður sjálvt Vitsku-tiltakið við fyrilestrum og kjaki.

Fyrra fyrilesturin heldur Firouz Gaini, lektari í antropologi og samfelagsvísindum, og verður hann um mannfólkaleiklutin í føroyskum konteksti. Síðandi heldur Kenneth Reinicke, lektari á RUC, fyrilestur um leiklutin hjá monnum í dag – m.a. í kjalarvørrinum av #metoo rørsluni.

Aftaná verður høvi at seta spurningar og kjakast. Tiltakið altjóða mannfólkadagin er ókeypis og fyri øll áhugað – bæði kvinnur og menn.

Altjóða Mannfólkadagurin verður á hvørjum ári hildin í fleiri enn 60 londum. Í ár er fyrsta ferð, at skipað verður fyri tiltaki hendan dagin í Føroyum.

Endamálið hjá Altjóða Mannfólkadegnum er millum annað at varpa ljós á heilsu hjá monnum og dreingjum, at betra viðurskiftini millum kynini, fremja javnrættindindi og at varpa ljós á jaligar mannfólkafyrimyndir. Dagurin er samstundis eitt høvi hjá monnum at hátíðarhalda teirra úrslit og ávirkan, serliga teirra ávirkan á samfelag, familju, hjúnalag og barnauppaling samstundis sum gjørt verður vart við mismunin, teir eru úti fyri.

Evnið í ár er Heiðran av monnum og dreingjum – fyri teirra positivu ávirkan á teirra nærmastu, familju og vinir, á arbeiðsplássið og samfelagið, á teirra land og á heimin.

Sambært heimasíðuni hjá Altjóða Mannfólkadegnum eru mannfólk í dag undir stórum trýsti og mismuni. Vit vita, at heilsan hjá monnum er verri enn hjá kvinnum í nærum øllum pørtum av heiminum. Nýggj tøl frá heimsheilsustovninum (WHO) vísa, at heimsumfatandi var væntaða livitíðin í 2015 69 ár hjá monnum mótvegis 74 ár hjá kvinnum. Kvinnur kring heimin liva í miðal 5 ár longri enn menn.

Vit vita, at meiri enn 95 prosent av deyðiligum arbeiðsvanlummum raka menn og at 99 prosent av falnum í kriggi eru menn.

Vit vita eisini, at í nærum øllum heimsins londum eru sjálvmorðstølini verri hjá monnum enn kvinnum, og í miðal eru tølini upp í tríggjar ferðir hægri hjá monnum. Í Russlandi eru tað seks menn fyri hvørja kvinnu.

Tey flestu vita, at menn eru verri stillaðir familjurættarliga í flestu londum og í vesturheiminum klára menn og dreingir seg verri í skúlum og hægri lærustovnum.