Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mansliðið hjá Fleyr økir í oddinum

Niels Petersen

16.01.2017 - 22:29

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Í kvøld møttust mansliðini hjá ÍF og Fleyr á Kambsdali. Dysturin bleiv, eins og teir undanfarnu hetta kappingarárið millum hesi liðini, sera spennandi. Fleyr átti tó munin, og vann við javnbrótara 2-3.

ÍF liggur enn á øðrum plássi, nú við 16 stigum fyri 9 dystir, meðan Fleyr nú hevur 22 stig fyri 8 dystir. Fuglfirðingar høvdu ivaleyst vónað undan dystinum, at teir vunnu dystin í kvøld, soleiðis at teir nærkaðust oddaliðnum, og so samstundis fingu lagt luft millum seg og Ternuna, sum hevur 12 stig á triðja plássi.

Úrslit:
ÍF - Fleyr 2-3 (25-20), (11-25), (25-21), (22-25), (13-15)