Staðið har Anis Amri var skotin í Milano (Mynd: EPA)

Marco Minniti: - Trygdin í Italia er góð - Týskland takkar Italia

Niels Petersen

23.12.2016 - 11:11

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Sambært Reuters váttaði Innanríkisráðharrin í Italia, Marco Minniti fyri lítlari løtu síðani, at gerningsmaðurin frá ógvusliga yvirgangsálopinum í Berlin mánakvøldið nú er funnin, og at hann eftir skotbardaga við løgregluna er dripin. - Tað er ongin ivi, hetta er gerningsmaðurin, Anis Amri, segði Marco Minniti.

Tá løgreglan fann Anis Amri náddi hann at vápn fram og skjóta eftir tveimum løgreglumonnum, áðrenn hann endaliga varð skotin og dripin. Særdu løgreglumenninir eru á sjúkrahúsi, har teir fáa viðgerð fyri síni skotsár, men teir eru tíbetur uttanfyri lívsvanda segði innanríkisráðharrin á fundinum, sum endaði fyri stuttari løtu síðani.

Á tíðindafundinum í Milano rósti italski innanríkisráðharrin lógreglumonnunum sum blivu skotnir, og hann rósti eisini trygdarstøðu landsins.

- Hann var mest eftirlýsti maður í Evropa, og vit funnu hann rættuliga skjótt og nevtraliseraðu hann. Hetta vísir, hvussu góð trygdin hjá okkum er, sigur Marco Minniti.

Í hesu løtu halda týskir myndugleikar tíðindafund, og har gleðast tey um tíðindini úr Italia, men enn er onki váttað frá týskum myndugleikum, so tað er við fyrivarni, at tey gleðast. Samanberingar verða í hesu løtu gjørdar við DNA hjá dripna manninum í Italia og tí, sum funnið varð í lastbilinum, sum knústi seg gjøgnum mannamúgvuna á Breitscheidplatz mánakvøldið og drap 12 fólk og særdi 48 onnur.

Týski talsmaðurin frá týska innanríkisráðnum, Tobias Plate mátti annars eisini svara hópin av spurningum frá tíðindafólki um, hvussu tað kundi bera til, at trygdin í Týsklandi var so lítil, at tað bar til hjá hesum búrkroppinum at ferðast ótarnaður runt í landinum, og at enda náa at fremja slíkan ógvusligan óndskap.

At enda takkaði týski talsmaðurin italsku myndugleikunum fyri teirra stóra arbeiði, sum endaði við at steðga og nevtralisera gerningsmannin frá hópdrápinum á jólatorginum á kendu handilsgøtuni, Breitscheidplatz í Berlin.