(Mynd: Bárður G. Nielsen)

Marghøllin speglast í vágni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 09:26

Tíðindi > Suðuroy - Vágur

Sunnudagin var nýggja Marghøllin inni á Oyrunum í Vági liðugt innilokað, og í góðveðrinum sunnukvøldið tók Bárður G. Nielsen hesa hugtakandi myndina.

Marghøllin er størsta ítróttarhøll í Føroyum. Høllin er 75 metrar long, 50 metrar breið og góðar 13 metrar høg.

Kelda: Suðurrás