Margit Weihe Fríðmundsdóttir

Margit leyp seg til bronsu

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 06:56

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Eitt av teimum meira óvæntaðu heiðursmerkjunum, sum fullu til Føroyar á oyggjaleikunum kom í gjárkvøldið undir kappingini í trýstøkk fyri kvinnur.

Tað var Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum við einum lopi upp á 10,83 metrar røkk eitt flott bronsuheiðursmerki.

Tað er annars trýstøkk-kappingin í dag, sum størri væntanir eru til, tí Tórur Mortensen er millum favorittarnar har.

Seinasti dagur á oyggjaleikunum verður ein spennandi dagur á frælsa leikvøllinum, tí Føroyar eru í tveimum øðrum finalum.

Í finaluni í 4 ferðir 400 metra renning fyri kvinnur, og í finaluni í 800 metrum har Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen eru við.

Og so ikki at gloyma hálvmaratonrenningina, har bæði Jan Elmar Sørensen og Marna Egholm eru meldað til.