Alibrúk hjá Marine Harvest. Mynd: Marine Harvest

Marine Harvest minkar um laksaframleiðsluna

Jógvan Hugo Gardar

29.06.2015 - 13:20

>

Alivinnan í Kili hevur havt nøkur tungd ár, og ein av fyritøkunum sum leingi hevur ivast í møguleikanum fyri at vinnan skal koma rættuliga fyri seg aftur, er Marine Harvest.

Tað eru longu fleiri ár síðani at Marine Harvest valdi at minka um framleiðsluna so nógv sum gjørligt, fyri at minka um váðan. Men fyritøkan hevur spakuliga økt um framleiðsluna aftur.

Men tað gongur ikki sum ætlað í kilensku alivinnuni, og í morgun boðaði Marine Harvest frá at fyritøkan minkar um smoltútsetingina úr 17 milliónum smoltum til 11 milliónir smolt í ár. Grundgevingin er at kilenskur laksur ikki fær nóg góðan prís á marknaðinum, samstundis sum heilsustøðan hjá laksinum er krevjandi.

Broytingarnar fáa eisini avleiðingar fyri starvsfólkahøpin, sum verður minkaður við umleið 200 størvum.

Marine Harvest hevur leingi alment sagt at neyðugt er við fleiri samanleggingum í Kili, fyri yvirhøvur at fáa møguleika fyri at reka eina vinnu sum ber seg.

Í vetur gjørdu Marine Harvest og AquaChile eina roynd at leggja saman fyritøkurnar í Kili, men hendan royndin miseydnaðist.