Marius Ziska fyri fyrstu ferð í Løkshøll



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.10.2017 - 08:04

Mentan > Mentan > Konsertir

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fer Marius Ziska at hava konsert í Løkshøll í Runavík.

Hóast Hans Marius Weihe Ziska, frontmaðurin í bólkinum, er uppvaksin í Søldarfirði, og harvið má sigast at vera ein lokalur, so er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at hann fer at framføra eina konsert við bólki í Løkshøll. Marius Ziska fer at spæla ein hóp av sínum kendu og vælumtóktu løgum, men konsertin er serlig, tí mánadagin 9. oktober fer bólkurin í studio at taka nýggja fløgu upp, og á settlistanum til konsertina í Løkshøll vera eisini fleiri av teimum nýggju løgunum.

Teir, ið manna Marius Ziska, eru: Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Magnus Jóhannesen, Mikael Blak.