Marius Ziska spælir eykakonsert



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

28.12.2017 - 13:52

Mentan > Mentan > Konsertir

Skipað verður fyri eyka konsert við Marius Ziska á Reinsaríinum, nú konsertin 28. desember er útseld. Avgjørt er, at eyka konsert verður sama kvøld.

Á konsertini verður høvið, at fáa ein forsmakk av nýggja tónleikinum hjá bólkinum. Teir eru júst komnir úr upptøkuhølinum har nýggj útgáva er innspæld.

Sjálvandi vera eisini hópin av teimum kendu og vælumtóktu løgum á skránni, so hetta er ein uppløgd jólagáva til sín sjálvs, um tær dámar góðan tónleik.

Teir, ið manna Marius Ziska, eru: Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Magnus Jóhannesen og Mikael Blak.