Mariusystrar vitja: Byrjaðu bíbliubólk í sundurbumbaðum býi í Týsklandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.10.2017 - 07:33

Mentan > Trúarlív

Hesa vikuna fáa fleiri samkomur kring oyggjarnar eina rættiliga forvitnisliga vitjan av trimum kvinnum, ið eru knýttar at teimum evangelisku Mariasystrunum.

Tær tríggjar fara at halda møtir í Klaksvík, Havn, Vági, Sørvági og í Kollafirði, har tær fara at bera fram ein boðskap um Frelsara teirra.

Á ferðini fara tær somuleiðis at greiða frá teirra serstaka andaliga felagsskapi og virksemi, sum upprunaliga byrjaði í týska býnum Darmstadt í 1944.

Evangelisku Mariasystrarnar hava fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum. Høvuðsstøðin hjá Mariasystrunum, sum koma úr omanfyri 20 londum, er annars í Týsklandi. Tað kann virka sum ein stór mótsøgn, men mitt í tí sundurbumbaða býnum Darmstadt stovnaðu altso nakrar kvinnur ein bíbilring fyri ungdóm, har serliga nógvar kvinnur fingu eitt kall til eina fulltíðartænastu frá Gudi.

Síðani fór henda vekingin víðari út í heim, og kom eisini til Norðurlond við sama endamáli, sum er at breiða kristiligan lesnað út til tey sum ynskja at liva eitt lív sum Jesu eftirfylgjarar.

Eitt sum sermerkir henda andaliga felagsskapin er bøn og forbøn. Tær biðja Gud um tað sum tørvur er á, og hann svarar teimum, hvørt talan so er um mat, klæðir og øllum til lívsins uppihald.

Á hesi Føroyavitjanini koma tríggjar av hesum systrum, systir Mirofora, systir Regina og systir Angelina at hava møtir á hesum støðum komandi dagarnar: Í Libanon í Sørvági í kvøld, í Frelsunnarherinum í Vági fríggjakvøldið, í Meinigheitshúsinum í Havn leygarkvøldið og í Missiónshúsinum í Kollafirði sunnukvøldið.