Mynd: Hanna Vang

Marjun Jacobsen ársins venjari í amboðsfimleiki

Sverri Egholm

03.06.2017 - 22:49

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Marjun Jacobsen hevur rokkið sínum máli. Hon vann heiðurin ársins amboðsvenjari.

- Hetta betýður ógvuliga nógv, o gevur mær nakað veruliga gott. Og ikki minst nýtt mót at halda fram.

Ársins estetiski dómari var ikki til staðar, men Unn Øssursdóttir Askham fekk eisini rósandi orð.

- Altíð væl fyrireikað, fyrikomandi og dugir síni ting til lítar. Hon hevur eitt gott eyga fyri at døma, og hevur eina natúrliga fatan av fimleikinum.

Ársins heiður varð fyrst latin Irmu Justinussen, sum síðan lat virðislønina til Sasho Bjartsson og Gunn Reginsdóttir Hermansen.

- Ársins heiður verður givin eini eldsál. Tað kann vera ein mamma sum altíð ger frukt til eina fimleikaframsýning – ein sum altíð er har. Í ár vórðu tað so eg og Gunn.

Faktiskt var tað Sasho, men vit vórðu noydd at lumpa hann. Tann sum stóð til at fáa ársins heiður, kom faktiskt upp fyri at geva honum heiðurin. So tað gekk sum ætlað, men so tóku tey meg á bóli eisini, og góvu mær ársins heiður.