(Mynd: MARK)

MARK: Landið ger mismun á útleigarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.04.2018 - 08:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Bústaðarviðurskifti

Gordon Rajani, stjóri í MARK, sendi hesa mynd út til miðlarnar í gjár. Hann finst at, at Bústaðir, sum eftir hansara meting longu fáa framíhjárætt á leigumarknaðinum, nú skulu fáa enn meir.

- Sum aktørar á leigumarknaðinum, mugu vit enn einaferð gera vart við og mótmæla, at landsins myndugleikar ganga undan, tá talan er um mismun millum almennar og privatar aktørar á leigumarknaðinum. Enn einaferð verður Bústaðir favoriserað – hesaferð enntá upp á bekostning av, at treytirnar hjá vanliga føroyska leigaranum gerast verri.

- Tíverri hevur hendan gongdin við sær, at vit, sum privatir aktørar, ivast í, um framtíðarætlanirnar hjá okkum við bústøðum bæði í Havn, Klaksvík og aðrastaðni, yvirhøvur hava lív lagað – við øðrum orðum ivast vit í, um vit yvirhøvur hava hug at risikera meira enn vit longu hava á leigumarknaðinum.

Landsstýriskvinnan Eyðgunn Samuelsen hevur í løgtingsmálið nr. 101/2017 skotið upp, at leigarar skulu hava 2 mðr. uppsagnarfreist hjá Bústøðum í mun til 1 mðr. hjá privatum útleigarum. Harumframt er skotið upp, at leigarar hjá Bústøðum skulu út úr leigumálinum 14 dagar, áðrenn tað endar. 

Stjórin í Mark rópar tí varskó. Hann heldur tað ikki vera rætt, at Bústaðir, sum frammanundan hevur fyrimunir á leigumarknaðinum, skal favoriserast enn meira, og vónar, at Trivnaðarnevndin ger broytingaruppskot sum javnstillar privatar útleigarar við Bústaðir.

Hví skal hesin mismunur millum privat og alment setast inn í sjálva leigulógina? Privatu útleigararnir hava eins stóra ábyrgd mótvegis leigarum sum Bústaðir. Tað, at Bústaðir hevur veitingarskyldu fyri 5. hvørt leigumál til Almannaverkið, verður “selt” sum ein skylda hjá Bústøðum. Hetta er beinleiðis manipulatión, tí privatu aktørarnir vilja heldur enn fegnir veita hesa skyldu, sum tryggjar eina leiguinntøku frá Almannaverkinum - sum má sigast at vera ein sera tryggur leigari.