Samráðingarnar millum ES og Bretland fara fram í Brússell í hesum døgum (Mynd: EPA)

Markasemja millum Írland og Norðurírland

Ingi Samuelsen

04.12.2017 - 13:00

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Stórabretland og Írland eru komin ásamt um eina semju um markið millum írska lýveldið og Norðurírland, skriva Financial Times og Daily Telegraph í dag.

- Stórabretland og ES eru komin fram til semju um eina avtalu, ið skal tryggja, at tað ikki verður eitt sokalla ’hart mark’ (hard border) millum Norðurírland og lýveldið, skrivar tíðindamaðurin hjá Daiky Telegraph á Twitter. Eisini Financial Times skrivar, at ein semja er funnin.

Írland hevur undir samráðingunum kravt eina bretska vissu fyri, at tað ikki verður eitt sokallað hart landamark móti Norðurírland, tá Bretland tekur seg úr Evropeiska Samveldinum.