Markleysur tónleikur: Borin av spæligleði og skapanarhuga



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.05.2018 - 17:02

Mentan > Mentan > Tónleikur

Um vikuskiftið eru næmingar á Musikkskúla miðnám á konsertferð. Konsertir eru í Fuglafirði og í Tórshavn.

Ungu tónleikaspírarnir, sum eru úr øllum landinum, fara á konsertunum at framføra tónleik av alskyns slag. Tey spæla egin løg og framføra verk eftir Mozart, Dvorak og tangokongin Piazzolla.

Spildurnýggj løg verða spæld. samstarv millum lagskrivara og tónaskald, ávikavíst Katrinu Olsen og Eli Tausen á Lava, ið saman við tónleikarunum, fara at framføra spildurnýtt lag við heitinum Sirkus.
Skrivað og lagt tilrættis til júst hesa konsertina.

Eisini fara tey á rútmisku deild at framføra teirra egnu løg, ið tey á verkskeiði hjá Teiti Lassen og Búa Egasyni hava arbeitt við.

Er tónleikurin klassiskur ela rútmiskur? Hann er bæði, og alt tað, ið er harímillum. Tvørtur um øll mørk við spæligleði og skapanarhuga.

Konsertirnar eru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 12. mai og sunnudagin 13. mai í Norðurlandahúsinum.

Tórshavnar musikkskúli