Mynd: Sverri Egholm

Marna K. Jacobsen: - Ommur og abbar mugu gevast við at vera so fitt

Ari av Rana

11.01.2018 - 18:23

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon skuldi umrøða verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum á mótmælistiltakinum, sum Føroyar Pedagogfelag skipaði fyri.

Marna gjørdi púra klárt, at landsstýrið og kommunalu arbeiðsgevararnir ikki virðismeta serfrøðina í fakinum.

Hon gjørdi eisini klárt, at fjølmiðlarnir skutu eftir skeiva bólki.

- Fjølmiðlarnir mála tann grábeinta á veggin. Teir siga, at námsfrøðingarnir seta fólk í vanda. Men tað er hin parturin, sum hevur ábyrgdina av tí, segði Marna.

Marna vísti eisini á, at hóast tað er gott við ommum og abbum, sum vísa næstrakærleika, so kemur hetta Føroya Pedagogfelag aftur um brekku.

- Ommur og abbar taka verkfalsrakt arbeiði á seg. Ommur og abbar mugu gevast við at verða fitt og hjálpa. Tá fer glið at koma á, tá alt landið liggur lamið, segði Marna K. Jacobsen.