Marokko viðgjørdi leikara við at geva honum sløg undir vangan

Ari av Rana

19.06.2018 - 20:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FIFA hevur givið Marokko skrivliga ávaring eftir eina heldur løgna støðu til HM í Russlandi.

Í dystinum hjá Marokko móti Iran, máti Noureddine Amrabat av vøllinum at fáa viðgerð. Illgruni var til at Amrabat hevði fingið heilaskjálvta, men ístaðin fyri at fáa ordiliga viðgerð, góvu læknatoymi honum nøkur smá sløg undir vangan, meðan liðfelagarnir sproytaðu vatn í andlitið á leikaraunum.

FIFA hevur givið Marokko eina skrivliga ávaring, har teir siga, at hesin mátin at arbeiða uppá ikki verður góðtikin.

Amrabat varð sendur á sjúkrahús til kanningar eftir dystin. Hann fer nú at fáa eina verju til høvdið og væntar at spæla við í dystinum móti Portugal mikudagin.